Vinnuháskúlin
Útgivið
26. april 2023
Útgongur
17. maj 2023
Staður
Boks 104, 110 Tórshavn, Faroe Islands, Faroe Islands
Starvsstaður
T-post
simun@vh.fo

Lýsing

Søkt verður eftir skeiðslærara til Vinnuháskúlan at byrja 1. august 2023 ella eftir nærri avtalu.

Starvsøki
Undirvísa á ymiskum maritimum skeiðum, so sum simulator, tanker, sjótrygd o.s.v.

Skeiðsluttakarar
Tey, ið fáa upplæring á ymisku maritimu skeiðunum eru í høvuðsheitum lesandi og sjófólk, ið eru undir útbúgving ella starvast í vinnuni, bæði á sjógvi og landi.

Vit leggja dent á at lærararnir:

  • duga væl at samstarva og samskifta
  • hava áhuga í at læra frá sær
  • hava ein jaligan hugburð mótvegis skeiðsluttakarum og starvsfeløgum
  • stremba eftir at fáa bestu úrslitini
  • áhaldandi vilja menna seg sjálvan og skúlan
  • hava hegni og áhuga í nýggjari tøkni
  • hava góðar málsligar førleikar, bæði í skrift og talu
  • hava góðar KT førleikar

 

Førleikakrøv
Umsøkjarar skulu hava útbúgving sum skipsførari/maskinmeistari ella tilsvarandi útbúgving, ið kann javnmetast og hava minst 2-ára starvsroyndir sum yvirmaður umborð á skipi ella líknandi.

Lønar- og setanartreytir
Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og fakfeløgini maskinmeistaralærarar ella sjómansskúlalærarar í Føroyum. Arbeiðsstaðið er á Vinnuháskúlanum í Tórshavn, men viðkomandi, ið verður sett/ur, má tola broytingar í starvinum.

Umsóknir
Eru spurningar um starvið, ert tú vælkomin at venda tær til Símun Poulsen, stjóra, á teldupostadressu: simun@vh.fo ella telefon 517220

Umsókn saman við viðkomandi prógvum og lívsrensli skal sendast til: starv@vh.fo. Viðmerk "Skeiðslærari til Vinnuháskúlan”. Freistin at søkja starvið er mikudagin 17. mai 2023

Skúlin tilskilar sær rætt til at velja millum innkomnar umsóknir ella ikki at seta nakran av umsøkjarunum í starv.

 

Um Vinnuháskúlan
Vinnuháskúlin bjóðar góðar og breiðar útbúgvingar, ið kunnu brúkast bæði á sjógvi og landi. Vinnuháskúlin fevnir um navigatiónsskúla, maskinmeistaraskúla og trygdardepil. Føroyingar hava altíð verið eitt siglandi fólk, og tí eru maritimu útbúgvingarnar eisini millum elstu útbúgvingar í Føroyum. Á skúlanum starvast uml. 50 starvsfólk. Skúlin er útgjørdur við nýggjastu tøkni til at stimbra og fjøltátta frálæruna. Les meira á heimasíðu skúlans www.vh.fo

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið